Í kvøld klokkan 19 verður fyrsta bríksl í jóansøkudystinum á Tvøroyri.
Dysturin verður á vøllinum við Stórá í Trongisvági, har nýtt graslíki í hesi vikuni er tikið í nýtslu. Tað var gamli TB málverjin Einar Larsen, sum sparkaði fyrsta sparkið á nýggja vøllinum.
Tá ið 96 ára gamli Einar Larsen var upp á tað besta, var TB oftast við í kappingini um FM.
Í kvøld er AB gestur við Stórá í Trongisvági, og í kvøld er dagsskráin at vinna stig og vera frægari fyri í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.
Felags fyri bæði liðini er, at annar maður er millum stólparnar, enn tað var fyri tveimum vikum síðani, tá ið TB tapti 1-0 í Klaksvík, og tá ið AB vann 2-0 á heimavølli ímóti ÍF.
Í TB málinum í kvøld er Artur Djurhuus Poulsen, sum fyrr í ár tvær ferðir hevur verið TM málverji. Fyrra ferðin var, tá ið TB 26. apríl tapti 1-0 á heimavølli ímóti ÍF, og seinna ferðin var, tá ið TB 4. juni vann 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.
Í kvøld er Rói Zachariasen millum AB stólparnar. Hann hevur nógvar royndir sum málverji bæði í AB og EB/Streymi, men síðstu árini hevur hann verið nógv darvaður av skaðum. Fyrr í ár hevur hann einaferð vart AB málið. Tað var 16. apríl, tá ið AB á heimavølli tapti 2-0 ímóti B36.
TB – AB: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.00.