AB hevur ársaðalfund

 

Mikukvøldið 23. februar hevur Argja Bóltfelag ársaðalfund í AB-húsinum. Niðurflytingin í fjør hevur við sær at felagið má umstilla seg til 1.deildar fótbólt. Besta mansliðið hjá AB flutti í fjør niður úr Vodafonedeildini. Nevndin fer tí á ársaðalfundinum, at greiða frá framtíðini og hvussu felagið fer at umstilla seg til 1.deildar fótbólti komandi ár. Argja Bóltfelag hevur eisini lið í øllum ungdómsdeildinum í ár.

 

Sámal Erik Hentze tók í fjør yvir á Argjum og hann er eisini venjari hjá AB í ár. Millum leikararnar, ið eru komnir til felagið í ár eru Milan Kulic og Predrag Markovic.

 

Ársaðalfundurin verður mikukvøldið klokkan 20:00