Fyritreytirnar eru heilt ymiskar hjá teimum báðum liðunum, sum seinnapartin hittast inni í Vika á Argjum.
KÍ er topplið, og skaðalistin er stuttur. Allir teir, sum hava verið við til at lyfta liðið á toppin í landskappingini og vinna hálvfinalupláss í steypakappingini, eru við í ferðalagnum suður á Argir.
Tríggjar tær síðstu ferðirnar eru sigrarnir vunnir við samantalda málmuninum 12-0.
Hetta minnir ikki einki um fyri trimum árum síðani, tá ið KÍ fram ímóti kappingarenda var topplið og fór suður á Argir at hitta AB, sum longu var flutt niður. AB vann 3-1, og KÍ endaði á øðrum plássi witt stig aftanfyri Víking.
Stigatalvan sigur, at KÍ er topplið við 17 stigum, og at AB er aftast við 3 stigum.
Einastu spælararnir á skaðalistanum hjá KÍ eru Óli Eyðsteinsson Poulsen og Torbjørn Grytten, sum hava spælt heilt lítið í ár. Ísak Simonsen er tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá AB eru so nógvir skaddir, at talan næstan er um eitt heilt lið. AB venjarin Sorin Anghel hevur ikki møguleika at seta allar hesar á liðið: Umframt málverjan Heðin Stenberg eru tað Bárður Olsen, Rógvi Poulsen, Jobin Drangastein, Tóki á Lofti, Hørður Tórsson, Jákup Pauli Breckmann og Jógvan Jóannesarson, og so er Leivur Holm Joensen burturstaddur.