Tað er hálvleikur inni í Dal á Sandi, har B71 og AB spæla um rættin at flyta upp í bestu deildina.
Støðan er 1-1. Um tað við dystarlok framvegis verður javnt, so verður tað AB, sum fer at flyta upp. AB hevur 43 stig, og B71 hevur 41 stig.
B71 legði bragdligari fyri, og tað vóru sandoyingar, sum settu hol á, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Tijani Mohammed skoraði við skoti eitt sindur innanfyri brotsteigarmarkið og til vinstru. Málverjin fekk hondina á bóltin, sum akkurát datt inn um strikuna.
Sum fyrra hálvleikur leið, fótaðu argjamenn sær, og stórar tíggju minuttir undan steðginum javnaðu teir. Tað var øgiligt klumpspæl, áðrenn Teitur Jóannesarson fekk trýst bóltin inn um málstrikuna.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Sandi.