Í dag vann AB 1-0 ímóti B68 í VFF kappingini. Tá skoraði danski Marius Kryger Lindh málið. Hann hevur verið og royndarvant á Argjum.
Í kvøld boðar AB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við danska Marius Kryger Lindh.
Felagið skrivar soleiðis:
Betrideildarhópurin hjá AB tekur alsamt meira skap. Í kvøld kunnu vit kunngera ein nýggjan leikara, sum er 22 ára gamli danin, Marius Kryger Lindh.
Marius er ein skjótur, orkuríkur og gjøgnumbrotssterkur vongur, ið vit vænta fer at styrkja um okkara lið. Hann spældi væl í venjingardystinum ímóti NSÍ herfyri, har hann legði upp til seinna málið hjá okkum í dystinum, sum endaði við sigri á 3-2 til runavíkingar.
Í dagsins dysti ímóti B68 í VFF Cup gjørdist Marius avgerandi, tá hann skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum hjá okkara monnum.
Danski vongurin kemur til felagið frá Slagelse Boldklub, ið síðstu árini hevur spælt í triðbestu deildini, men eftir einari broyttari kappingarskipan í donsku deildunum er endað í fjórðbestu deildini, 3. division.
Á myndini er Marius Kryger Lindh avmyndaður saman við okkara ítróttarstjóra, Jonas Dal Andersen, skrivar AB í kvøld.