AB hevur í dag styrkt um sína støðu í kappingini um at vinna plássið í bestu deildini, sum argjamenn mistu, tá ið teir í fjør flutta niður.
Seinnapartin vitjaði B68, sum eisini flutti niður í fjør, á Argjum. Tað var nógvur vindur langs eftir vøllinum. B68 hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, tá ið tað eydnaðist Jobin Drangastein at leggja heimaliðið framum.
Eftir steðgin lá tað betri fyri hjá toftamonnum, hóast teir høvdu vindin ímóti. Tað leikaði javnt á, men tað var AB, sum skoraði eitt mál aftrat og harvið staðfesti týdningarmikla heimasigurin. Málskjúitti var Jónas Stenberg, sum var púra tryggur, tá ið hann varð spældur leysur innanfyri verjuna hjá toftamonnum.
AB hevur nú átjan stig, og B68, sum hevur spælt ein dyst færri enn AB, hevur fimtan stig.










