Næstbesta NSÍ liðið vann í dag trivaligan 3-0 sigur við Løkin ímóti teimum næstbestu hjá AB. Argjamenn eru niðastir á støðutalvuni, og hetta var tíggjunda ferðin á rað, at teir fóru av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.
NSÍ vann 3-0, og tað var góður møguleiki fyri uppaftur trivaligari sigri. Í 57. minutti, tá ið støðan var 3-0, royndi Aron Knudsen seg við brotssparki, men Jákup Højgaard í AB málinum bjargaði.
Debes Danielsen var tvífaldur málskjútti. Hann setti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin, og hann staðfesti 3-0 sigurin, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Í fyrsta minuttir eftir steðgin økti Aron Knudsen um munin til 2-0.
Fleiri spælarar, sum hava verið nógv á besta NSÍ liðnum, vóru á næstbesta liðnum í dag. Millum hesar vóru Karstin Hansen í málinum, Jákup Andrias Gaardbo, Mórits Heini Mortensen, Andri Benjaminsen, Magnus Olsen, Aron Knudsen og Jann Benjaminsen. Besta NSÍ liðið hevur frí hetta vikuskiftið.
Sigurin í dag ber við sær, at NSÍ nú er á triðja plássi við 21 stigum.