AB hevur fingið nýggjan málverja

Argjamenn boða í kvøld frá, at sáttmáli er skrivaður við danskan málverja

Nú tað eru fýra dagar, til bólturin fer á rull, og AB leygardagin fær vitjan av grannunum í HB, boðar AB frá, at nýggjur danskur málverji fer at kappast við Róa Zachariassen um plássið millum AB stólparnar.

 

AB skrivar soleiðis í kvøld:

 

NÝGGJUR MÁLVERJI TIL FELAGIÐ

 

Upprunaliga hevði AB tveir málmenn klárar til kappingarárið 2022, men Anders Ploughmann Nagel hevur valt at royna aðrar leiðir, og harvið gjørdist neyðugt hjá felagnum at finna nýggjan málmann at kappast um plássið við Róa Zachariasen.

 

Nýggi málverjin eitur Rasmus Jepsen-Jacob. Hann er 21 ára gamal dani og hevur seinast spælt við jútska felagnum, Kjellerup IF, sum heldur til í fimtbestu donsku deildini, Danmarksseriuni.

 

Sáttmáli er skrivaður fyri kappingarárið 2022.

 

Rasmus kom til Føroya í síðstu viku og varð innskiftur í sigrinum ímóti NSÍ farna vikuskiftið, har AB vann 2-0. Venjarar og viðleikarar lata sum heild væl at nýggja málverjanum.

 

AB vil eisini nýta høvið at takka Anders Ploughmann Nagel og Ardit Murati, sum hava takkað fyri seg í felagnum á hesum sinni. Báðir danirnir styrktu um hópin síðsta summar og vóru við til at flyta AB upp í bestu deildina í 2021.

 

Á myndini er Rasmus Jepsen-Jacob avmyndaður við formanni felagsins, Mariusi Thomassen, skrivar AB á heimasíðu felagsins.