AB hevur fingið enn ein spælara til komandi kappingarár

Ein spælari er lagdur afturat 1. deildarhópinum hjá AB.

Í gjárkvøldi skrivaði 24 ára gamli Fróði Pætursson Rasmussen undir sáttmála við AB, ið er galdandi fyri kappingarárið 2025.

 

AB skrivar soleiðis á Facebook í dag:

 

– Fróði Rasmussen er uppvaksin í B36, har hann sum 16 ára gamal spældi ein dyst í Betrideildini. Síðstu árini hevur hann tó verið millum berandi leikararnar hjá FC Hoyvík. Eisini hevur hann spælt heili 21 dystir við føroyska U17-landsliðnum frá 2015-2017.

 

– Talan er um ein upprunaligan miðvallara, sum tó eisini kann spæla í verjuni. Hann hevur gott spælskil og bóltførleika umframt, at hann eisini vinnur nógvar bóltar.

 

– Herfyri fingu vit tey harmiligu boð, at ein av okkara royndu spælarum, Bjarni Skála, ið eisini hevur verið nógv skaddur í ár, hevur slitið krossbandið og tískil ikki skal væntast at spæla í 2025. Hetta hevur gjørt sítt til, at felagið og venjaratoymið hevur mett, at tørvur var á einum nýggjum leikara.