Freistin fyri at skifta felag var úti hósdagin 10. august. Henda dagin fekk AB, sum í løtuni er nummar tvey í næstbestu deildini og harvið á uppflytingarkós, ein álopsspælara afturat.
Sambært AB heimasíðuni hevur felagið leigað Jón Nielsen frá SÍ tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Merkisvert er tað, at Jón Nielsen síðsta vikuskifti skoraði eitt av SÍ málunum, tá ið sørvingar taptu 6-3 á Argjum.
Jón hevur spælt við FSVágum og SÍ. Hann hevur eisini gjørt um seg í flogbólti. Hann er stórur og sterkur, og hann megnar at leypa upp ella at seta av væl betri, enn flestu føroysku fótbóltsspælararnir gera tað.
Sunnudagin fer AB at spæla á heimavølli móti Royn.