AB hevur beina kós í bestu deildina

Tað er alt, sum bendir á, at AB verður aftur í fremstu røð í 2013. Hóast bara seks dystir eru spældir, so hava 07 Vestur og argjamenn lagt sjógv millum seg og hini liðini, sum kunnu flyta upp í bestu deildina.

 

AB vann aftur í dag, tá næstbesta liðið hjá B68 vitjaði inni í Vika á Argjum. Úrslitið varð 4-0. Bjartur Kjærbø, Jobin Drangastein og Alex Mellemgaard, sum skjeyt tvey mál, stóðu fyri málunum.

 

Sigurin ber við sær, at AB er fyribils oddalið í næstbestu deildini. 07 Vestur, sum eisini hevur fult stigatal, spælir sunnudagin á heimavølli móti Víkingi.

 

AB – B68 II 4-0 (2-0)

Inni í Vika, Argir

1-0: Bjartur Kjærbo, 6.

2-0: Jobin Drangastein, 24.

3-0: Alex Mellemgaard, 82.

4-0: Alex Mellemgaard, 90.

AB: Thomas Juul Thomsen – Martin Midjord, Leivur Holm Joensen, Tummas Justinussen, Alex Mellemgaard – Bjartur Kjærbo, Mikkjal T. Henzte, Jónas Stenberg, Dion B. Splidt (Yohan A. Borðoy, 76.) – Beinir Ellefsen (Gert Drangastein, 76.) – Jobin Drangastein

Gult kort: Leivur Holm Joensen

Venjari: Sámal Erik Hentze

B68 II: Mads Nesá – Høgni Hansen, Niklas Poulsen, Haraldur R. Højgaard, Búi í Hjøllum (Gunnar Johannesen, 83.), Óli H. Olsen, Ramon Højgaard (Trúgvi Kjeld, 77.), Hákun Edmundsson, Fróði Johannesen (Andri Gerðisá, 86.), Jóhan Petur Petersen, Aron Højgaard.

Venjari: Oddmar Andreassen