AB hevur aftur skift venjara

Í dag eru tað tveir úr AB, sum hava ábyrgdina av liðnum, sum dystast í Sarpugerði

Eftir at Sámal Erik Hentze legði frá sær sum AB venjari, hevur venjarahurðin gingið títt á Argjum. Í 2-1 steypatapinum á útivølli ímóti HB næstsíðsta mikukvøld vóru tað Jón Krosslá Poulsen og Rógvi N. Poulsen, sum høvdu ábyrgdina. Teir høvdu verið hjálparvenjarar hjá Bagga.

 

Í 2-1 sigrinum ímóti B36 síðsta sunnukvøld í Gundadali var tað ítróttarstjórin Jonas Dal Andersen, sum hevði ábyrgdina. Nú veit AB at siga, at Jonas Dal Andersen er ikki á beinkinum, nú AB er í Sarpugerði, har fyrsta bríksl ímóti Víkingi verður nú klokkan 15.

 

AB veit at siga, at Jonas Dal Andersen er burturstaddur. Hann er á venjaraskeiði, sum krevst, um hann skal varðveita loyvið at vera venjari, siga tey í AB.

 

Í dag eru tað tveir úr AB, sum hava ábyrgdina fyri liðnum. Tað eru Jónas Stenberg, sum í nógv ár var AB spælari, og Filip í Liða, sum spældi í nøkur ár, men noyddist at gevast orsakað av skaða í rygginum.