AB hevur aftur keypt ein útlendskan spælara

Hesaferð er talan um svenskan miðverja, sum hevur roynt seg í amerikanskum fótbólti

Í dag eru tað tvær vikur, til bólturin fer á rull í landskappingini. Í fyrsta umfari eiga uppflytararnir í AB heimavøll ímóti HB.

 

Nógvir útlendskir spælarar hava verið og royndarvant á Argjum, og felagið hevur skrivað sáttmálar við fleiri.

 

Nú boðar AB frá, at felagið hevur keypt ein útlendskan spælara aftrat. Felagið skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:

 

 

 

Endaliga samansetingin av AB-hópinum til kappingarbyrjan byrjar at nærkast. Í kvøld kunnu vit avdúka svenska miðverjan, Erik McCue, sum nýggjan leikara í morreyða felagsbúnanum.

 

Síðani 2019 hevur miðverjin verið partur av Major League Soccer-felagnum, Houston Dynamo. Hesi árini hevur Erik nærum alla tíðina verið útleigaður til onnur feløg. Í fjør var hann útleigaður til Charleston Battery í næstbestu, amerikansku deildini, USL Championship, har hann spældi 15 dystir fyri felagið, ið er kent sum "The Battery".

 

Erik er 21 ára gamal og føddur í Svøríki, men kann sigast at vera ein sannur ferðagarpur. Hann hevur í barndómsárunum búð í bæði Teilandi og Kina, men størsta partin av uppvøkstrinum hevur hann verið í USA, har hann hevur skapt sær eitt navn í amerikanskum fótbólti. Nú eru Føroyar so næsta landið í røðini, har Erik McCue setur búgv.

 

Svenski miðverjin er hávaksin, 191 cm, og vit vænta, at hann fer at gerast okkum ein góður styrkur.

 

Á myndini er Erik McCue avmyndaður við formanni felagsins, Mariusi Thomassen.

 

Vit ynskja Erik McCue hjartaliga vælkomnan til AB og fegnast um, at felagið hevur gjørt kvettið og tryggjað sær ein leikara við royndum frá einum høgum støði, skrivar AB.