1. deild: Við 2-1 sigri í Leirvík heldur AB tørn um uppflytingarplássið. Fyri fjórðu ferð upp í slag eydnaðist tað AB í dag at vinna fulla úrtøku. Hesa ferð var tað í Leirvík, har Víkingur legði rygg til 2-1 tap, eftir at AB í hálvleikinum var frammanfyri 1-0.
Hálvur tími var farin, tá ið Bjartur Kjærbo Dam settihol á, og tað restaði eitt stórt korter, tá ið Ingvard Vang økti um leiðsluna til 2-0. Liðformaðurin hjá Víkingi, Ingi Sørensen, minkaði um munin við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
AB er á uppflytingarplássi við 18 stigum, og Víkingur er á niðurflytingarplássi við 5 stigum.










