AB heldur kósina

Við heimasigri á 07 Vestur hevur AB fingið fult ímóti øllum liðunum, og argjamenn hava beina kós ímóti bestu deildini

Nú øll liðini hava dystast eina ferð ímóti hvørjum øðrum er eingin ivi: AB eigur so nógv tað besta liðið. Tað sæst eisini á støðutalvuni. AB hevur skorað 33 mál, sjey mál eru farin ígjøgnum, og tað eru fimm stig aftur til 07 Vestur, sum leygardagin fór av Argjum við 3-2 tapi. AB var frammanfyri við trimum málum, áðrenn Holdar Durhuus fram ímóti dystarenda eftir lítlari løtu skoraði tvey mál.
Toppliðið er mannað við ungum monnum, sum framvegis mennast, og Sámal Erik Hentze hevur fingið ungu menninar at rigga sum eitt lið við denti á at spæla og ikki at sparka fótbólt. Onkrir nýggir spælarar eru komnir aftrat, eitt nú toppskjúttin Bjartur Kjærbo og Leivur Holm Joensen.
Víkingur heldur tørn um triðja plássið eftir málríka og spennandi grannauppgerð við Løkin í Runavík. Miðskeiðis í 2. hálvleiki tóktist alt at vera avgjørt, tá ið Víkingur legði seg framum 3-1, men NSÍ svaraði aftur, og seks minuttir undan leikloki var aftur javnt. Í síðsta minutti
Syrgdi Magnus G. Dalbø fyri 4-3 sigursmálinum til Víking, sum samstundis ber við sær, at NSÍ framvegis er isolerað í botninum.
HB, sum er næstaftast, var á Skála. Heimaliðið hevur staðið seg væl, men hesa ferð gekk tað akkurát hjá favorittunum. HB varð skrásett fyri sjálvmál, tá ið lítið korter var farið, og tað var einasta málið.
Tá ið Mads A. Hentze eftir ein tíma økti um B71 leiðsluna til 3-0 á heimavølli ímóti KÍ, tóktist spurn­ing­urin bara vera, hvussu stórur heima­sigurin fór at verða. Tá ið eitt korter var eftir, svaraði KÍ tvær ferðir aftur. So var heilt spennandi, og klaksvíkingar spentu bogan í vónini at vinna eitt stig. Tað eydnaðist ikki, tí Thomas Hans Rubeksen staðfesti 4-2 heimasigurin tríggjar minuttir undan leikloki.
Í gjár hevði EB/Streymur vitjan av B68, og eins og leygardagin, tá ið besta liðið hjá teimum í Sundalagnum vann á Svangaskarði, so var úrslitið 2-1 til EB/Streym, sum harvið lyfti seg upp um niður­flytingarstrikuna.