AB hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla Gunnar Reynslág. Hann hevur fingið nakað av spælitíð og nú er líkt til, at hann er komin eitt longur fram í raðfestingini hjá AB.
Gunnar Reynslág er ein av teimum ungu spælarunum hjá AB, sum hava bjóðað seg fram seinasta kappingarárið. Hann hevur eisini stolið yvirskriftirnar við sínum sterka vinstra beini, tá hann hevur umsett fríspørk til mál.
- Hann er ein av argjadreingjunum, ið hóast avmarkaða spælitíð hevur víst, at hann kann gera um seg í bestu mansdeildini. Í farnu viku fylti hann 18 ár, og omaná mynduga føðingardagin, so hevur hann longt sáttmálan við AB, so hann er galdandi fram til kappingarársenda 2024, skrivar AB og leggur afturat:
- Tað er hann, sum í sínum fyrsta dysti frá byrjan í Betrideildini, einans 17 ára gamal, trokaði seg fram á føroyska fótbóltspallin við einari sannari frísparksperlu ímóti NSÍ tann 18. apríl. Gunnar er ein av okkara egnu og hevur mestan spælt á miðvøllinum. Lámu eginleikarnir hava tó gjørt sítt til, at hann í ár eisini hevur spælt bæði á vinstra bakki og á vinstra vongi.
Sambært FaroeSoccer hevur nú 18 ára gamli unglingin spælt 32 dystir fyri AB í ár, har átta hava verið á besta mansliðnum, meðan hinir 24 dystirnir eru spældir fyri næstbesta mansliðið og U21-liðið.
- Gunnar hevur í ár verið á landsliðsgáttini hjá U19-landsliðnum, men er ikki sloppin gjøgnum úttøkunálareygað enn. Heldur hann áfram við at halda seg framat og stríðast fyri møguleikanum, so vænta vit avgjørt, at hetta verður ein spælari, ið kann mynda besta mansliðið hjá AB komandi árini. Evnini eru í øllum førum eyðsýnd, heldur AB fyri.
Í gjár longdi AB sáttmálan við Teit Debess Olsen. Undan honum er greitt at Henrik Larsen heldur fram sum venjari og argentinski Santiago Lebus verður á miðvøllinum.