AB hótti HB

AB og HB spældi fríggjakvøldið venjingardyst í Gundadali

HB vann dystin 5-3, eftir at liðið eisini var á odda 3-1 eitt skifti. Men AB kláraði at hótta HB nakað eina løtu, tí AB javnaði til 3-3, áðrenn HB fótaði sær aftur og gjørdi tvey mál. Millum spælararnar á liðnum hjá AB var fyrrverandi HB-liðformaðurin og núverandi venjarin hjá AB, Rúni Nolsøe.