AB greiddi sín setning í Klaksvík

Argjamenn vóru hart pressaðir, tá teir fóru á vøllin í Klaksvík ein tíma aftaná, at 07 Vestur og Skála høvdu vunnu sínar dystir.

 

Vunnu argjamenn ikki høvdu teir verið væl aftanfyri hini oddaliðini. Tað eydnaðist AB at greiða sín setning við einum 1-0 sigri. Sigursmálið hjá AB fall við einum stútara hjá Leivi Holm Joensen, sum fekk eina góða sending frá Jónasi Stenberg. Stutt undan málinum hevði KÍ eitt skot á stongina.

 

AB var tað betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan tað leikaði meira javnt á í seinna hálvleiki. Seinastu løtuna mátti AB spæla við 10 monnum, tí Nicolai Eriksen fekk tvey gul kort.

 

Fyrr í dag vann 07 Vestur 1-0 á EB/Streymi í Sørvági. Skála vann 2-0 á Víkingi í Leirvík. HB vann 3-1 á B71 í Gundadali, meðan B68 vann botnuppgerðina á heimavølli ímóti NSÍ. Dysturin endaði 2-1 til B68.

 

Tróndur Arge tosaði við málskjúttan hjá AB, Leivur Holm Joensen, og venjaran Sámal Erik Hentze eftir dystin. Tað ljóðbrotið ber til at hoyra undir greinini.

 

Støðan í 1. deild nú 23 av 27 umførum eru avgreidd :

 

1. 07 Vestur 56 stig

2. Skála 51 stig

---------------

3. AB 49 stig

4. HB 37 stig

5. Víkingur 30 stig

6. KÍ 29 stig

7. B71 27 stig

8. EB/Streymur 23 stig

-----------------------

9. B68 14 stig

10. NSÍ 14 stig

 

Komandi umfar mikukvøldið 5. september :

 

AB - Skála

07 Vestur - NSÍ

HB - Víkingur

KÍ - B68

B71 - EB/Streymur