AB Gladsaxe: Hørður kemur við altjóða royndum

Útisetar: Venjarin hjá AB Gladsaxe er fegin um, at Hørður Askham er nýggjur í hópinum

Mynd: (AB Gladsaxe)

Í gjár kunngjørdi HB, at Hørður Askham ikki heldur fram í felagnum. Hann flytur til Danmarkar har hann skal spæla við AB Gladsaxe í triðbestu deildini.

 

– Eg havi notið hvørt sekund eg havi spælt við HB, og tað hevur verið ein ótrúlig uppliving at umboða felagið í næstan 5 ár. Eg vil gjarna takka fólkunum runt um felagið, liðfelagum, venjarum, liðleiðarum og ikki minst viðhaldsfólkunum fyri eina fantastiska tíð. Eg komi at fylgja væl við HB í framtíðini, og vóni at nógv steyp koma afturat, sigur Hørður, nú hann fyribils takkar fyri seg í Gundadali, sigur Hørður Askham við heimasíðuna hjá HB.

 

Venjarin hjá AB Gladsaxe er fegin um, at Hørður Askham er komin til felagið. Hann sigur, at føroyski landsliðsspælarin passar væl inn til spælistílin og hevur altjóða royndir.

 

- Hann kemur til felagið við týdningarmiklum altjóða royndum frá bæði evropafótbólti og landsliðsfótbólti. Hann passar eisini væl inn í spælistílin hjá okkum. Hann hevur eina samanseting av kropsligari styrki og framsøkið avleveringsspæl. Tað er týdningarmikið fyri spælistílin hjá okkum. Hørður hevur eisini rætta hugburðin og hevur vil menna bæði seg sjálvan og liðið, sigur David Roufpanah, venjari hjá AB Gladsaxe.

 

Tað verður eisini víst á, at Hørður Askham hevur spælt fimm Champions League dystir, tíggju Europa League dystir og hevur spælt á landsliðnum. Millum annað móti Danmark í Parkini. Sáttmálin er galdandi fram til summar 2025.

 

Mynd: (AB Gladsaxe)