AB hevur gjørt sáttmála við Tummas Hans Rubeksen, Rógva Holm og Janus Mortensen fyri restina av hesum kappingarárinum. Janus Mortensen hevur spælt í AB seinastu tíðina, og Tummas Hans Rubeksen kemur úr B36. Rógvi Holm er argjamaður og gamal AB’ari. Hann hevur seinastu tíðina verið og spælt ymsastaðni uttanlands, bæði í Onglandi og í Danmark. Hann er komin heim aftur nú, og verður verandi hjá AB restina av hesum kappingarárinum.