AB gjørdi sítt

Tað gekk sum eftir ánni, tá ið AB seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. AB vann 7-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-0.

Vindurin var nógvur í 1. hálvleiki, og heimaliðið hevði tá vindin undan. Øll trý málini vórðu skorað í sambandi við hornasparksstøður.

Miðverjin Magnus Jakobsen skoraði tað fyrsta, vongverjin Alex Mellemgaard sendi tað næsta beinleiðis í netið upp á horna, og miðvallarin Evrard Blé skoraði tað triðja.

Eftir steðgin var væl minni vindur. Thomas Hans Rubeksen økti til 4-0, áðrenn Dejan Stoikovic minkaði um munin til 4-1. Dion Splidt økti til 5-1 við góðum skoti, og so var tað toppstkjúttin hjá AB, Tróndur Sigurðsson, sum tvær ferðir var á blettinum í NSÍ brotsteiginum.

Trivaligi sigurin ber við sær, at AB framvegis er gott boð upp á pláss í Formula deildini.