AB gjørdi einki við KÍ

Klaksvíkskvinnur sótu á øllum í seinna hálvleiki og vunnu uppiborið á AB, sum var væl við at byrja við, men misti pippið eftir steðgin

Fótbóltur: At KÍ fekk tvey mál síðsta korterið av fyrra hálvleiki, fekk helst avgerandi týdning fyri, hvussu oddadysturin í bestu kvinnudeildini í gjárkvøldið endaði. AB, sum hevði verið væl við og havt onkran góðan kjans fyrsta hálva tíman, fór mestsum púra burtur í einki, tá KÍ var komið framum.
Fyrsta málið kom eftir hálvan tíma, tá Rannvá Andreasen fór ígjøgnum verjuna hjá AB og spældu Sofíu Purkhús púra leysa inn fyri málinum, og beint fyri hálvleik kom KÍ upp á 2-0 eftir hornaspark, sum Sigrid Jacobsen skallaði ímóti málinum, men Sofía prikaði tað síðsta pettið inn.
Henda skelkin, at koma afturum við tveimum málum ímóti KÍ, megnaði AB ongantíð at rista av sær. Hóast tað nógva gekk fyri seg á miðjuni og bæði lið stríddust væl, var tað KÍ, sum hevði tamarhald á tí nógva. Serliga í seinna hálvleiki var lítið um AB, ið ongantíð ordiliga megnaði at hótta vertirnar.
AB-kvinnur fingu tó víst, at tær eru einasti veruligi avbjóðarin hjá KÍ, men í gjárkvøldið lá ov illa fyri at skapa neyðugu málkjansirnar. Tann parturin bilaði ikki hjá KÍ, sum saktans kundi vunnið meira, tí eitt nú endaðu tvær royndir á málrammuni hjá AB.
Síðsta málið skoraði Malena Josephsen við einum langskoti tríggjar minuttir fyri tíð, og so kundi staðfestast, at KÍ í øllum førum er omaná, nú kvinnukappingin júst er farin í gongd. Spurningurin er so, um AB onkra aðru ferð kann hótta meira, enn liðið megnaði í gjárkvøldið – í øllum førum er neyvan hugsandi, at nakar annar kann gera tað.
Hinir báðir kvinnudystirnir, ið blivu útsettir annan páskadag, verða spældir í annaðkvøld klokkan 18. Tá tekur MB ímóti Skála og EB/Streymur tekur ímóti Víkingi.