Sum in.fo longu visti at siga fríggjadagin, so hevur íslendski verjuleikarin, Andri Freyr Björnsson, verið ávegis úr TB til AB. Í kvøld eru tíðindini blivin váttað.
AB skrivar nevniliga á heimasíðu síni, at partarnir hava undirskrivað ein sáttála, sum er galdandi fyri komandi kappingarár.
Andri Freyr Björnsson umboðaði í fjør TB, har hann spældi tilsamans 27 dystir. Hann er 29 ára gamal og skal eftir øllum at døma taka við plássinum á vinstra bakki, nú Beinir Ellefsen er farin av landinum í lestrarørindum.
- Vit hava manglað ein vinstrabakk síðani Beinir fór til Danmarkar, so vit eru glaðir um at vit hava fingið ein spælara við so góðum kvalitetum, sum Andri hevur, sigur Thomas Juul S. Thomsen, ítróttarstjóri í FC Argir.











