FCK boðar í dag frá, at fealgið í framtíðini fer at samstarva við Argja Bóltfelag um barna- og ungdómsfótbólt. Málið er at menna og geva íblástur til barna- og ungdómsfótbóltin á Argjum.
Philip Eades er høvðusungdómsvenjari hjá AB. Hann vísur á, at tey á Argjum vilja blíva betri til at venja tey ungu. Samstarvið kemur millum annað at innibera, at FCK kemur at hava venjingarskúlar á Argjum og annars leggja venjarunu lag á við hugskotum og íblásti, sigur Philip Eades við heimasíðuna hjá FCK.
Marius Thomassen, formaður í AB, vónar at hetta kann fáa fleiri ung at spæla fótbólt á Argjum. Hartil er ynski at tey, sum spæla, eisini koma at spæla longri.











