AB fekk ynskisvenjaran

Sigfríður Clementsen skrivaði í gjárkvøldið undir sáttmáal við AB, har hann verður venjari restina av hesum kappingarárinum

Fótbóltur

 

Tað var ikki leingi, at AB lá í venjaraloysi. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at besta boðið upp á nýggjan venjara helst var Sigfríður Clementsen, og tann spádómurin varð staðfestur í gjárkvøldi, tá AB kundi boða frá, at júst Sigfríður varð settur sum venjari.

- Eg havi hildið frí higartil í ár, og eg hava kanska havt ta pausuna, sum skuldi til. Hetta er ein avbjóðing, sum ikki kann sammetast við hana, sum eg hevði í B36. Avbjóðingin er at fáa AB at verða verandi í deildini, segði Sigfriður Clementsen við portalin, tá sáttmálin var undirskrivaður.

Enn er ikki heilt greitt, í hvønn mun hópurin hjá AB verður styrktur, tá flytingarvindeygað letur upp. Einasta, sum er heilt vist, er, at Allan Mørkøre kemur til felagið, og at danski miðvallarin, Peter Christiansen flytur av aftur landinum. Eyðun Dalsgarð, formaður, segði við Sosialinum í gjár, at arbeitt verður við fullari ferð við at styrkja um hópin, og at ætlanin er, at AB skal fáa í minsta lagi tveir spælarar afturar Allani Mørkøre.

AB er í løtuni á 9. plássi í Formula deildini við seks stigum. KÍ og B71 liggja beint oman fyri strikuna við 12 stigum.

 

34 ár og royndur

Hást hann bert er 34 ára gamal, so hevur Sigfríður longu skapt sær eitt veruligt navn innan føroyska fótbóltsheimin. Eftir at hann hevði virkað sum ungdómsvenjari, gjørdist hann í 2003 venjari hjá ÍF, sum tá var í 2. deild. Ætlaða uppflytingin gjørdist veruleiki fyrsta árið, men í fremstu deildini gekk ikki eftir vild, og á sumri 2004 fekk Sigfríður sekkin frá felagnum.

Í 2005 gjørdist hann venjari hjá B36, og hóast fleiri vildu vera við, at tað var rættiliga vágið at seta ein venjari, sum var yngri enn elstu spælararnir í hópinum, so ivaðist eingin, tá árið var av. Saman við Magna Mohr stóð Sigfríður tá nevnliga sum venjari hjá meistarunum, umframt at B36 á sumri gjørdist fyrsta føroyska liðið, sum spældi seg víðari í UEFA-Cup kappingini.

Í fjør endurtók – og betraði - felagið tað bragdið, tá teir spældu seg víðari í europisku meistarakappingini. Í landskappingini vann B36 bronsu, meðan teir tóku gull í steypakappingini við finalusigri á KÍ.