AB fekk stig móti B36

Samstundis er greitt, at B36 ikki hevur fult stigatal longur. Oddalið eru teir tó framvegis, nú við tíggju stigum.

 

Hálvleiksstøðan á Argjum var 1-1. Í báðum førum var talan um rættiliga góð mál. Fyrst var tað Stig-Roar Søbstad, sum stútaði eitt frálíkt innlegg í kassan fyri AB.

Síðani var tað Bárður Olsen, sum við einari perlu av einum langskoti javnaði.

 

Eftir steðgin var AB og Aristide í gávuhýri, tá teir lótu Hjalgrím Elttør leggja B36 á odda. Tíbetur fyri teir eydnaðist tað Morten Overgaard at javna fimm minuttir fyri leiklok.

 

AB ? B36 2-2 (1-1)

1-0: Stig-Roar Søbstad, 8.

1-1: Bárður Olsen, 23.

1-2: Hjalgrím Elttør, 69.

2-2: Morten Overgaard, 85.

Dómari: Eiler Rasmussen.