AB er við aftur í stríðnum um uppflyting millum teir næstbestu. Hetta er greitt eftir, at argjamenn í dag vunnu 2-1 á heimavøllinum á Argjum móti VB/Sumba.
Kenneth Jacobsen legði heimaliðið á odda í fyrra umfarinum, og stutt eftir hvíldina økti Dion Splidt um leiðsluna. Jón Krosslá Poulsen minkaði um munin miskeiðis í seinna hálvleiki, og hóast eitt trýst seinastu løtuna, so stóð AB ímóti.
AB, sum undan dagsins umfari lá á fjórða plássinum, er nú trý stig aftan fyri VB/Sumba.
AB ? VB/Sumba 2-1 (1-0)
1-0: Kenneth Jacobsen
2-0: Dion Splidt
2-1: Jón Krosslá Poulsen










