Í fjør koma ein nýggjur afrikani til AB. Áðrenn Tehe Aristide kom til Føroya, hevði hann ongantíð spælt fótbólt í eini landskapping, tí hann hevði bert spælt á gøtuni og á ítróttarskúlanum, har hann gekk.
– Tað var ein stór broyting at koma til Evropa at spæla. Fótbólturin er nógv øðrvísi, og tað mátti eg venja meg við, sigur miðverjuleikarin hjá AB, sum framvegis bara dugir franskt.
Júst hetta við málinum viðgongur Aristide kann vera ein trupulleiki.
– Eg havi trupulleikar við málinum, men Ble umsetur fyri meg, sigur fílabeinsstrandingurin.
Hann leggur tó afturat, at tá hann hevði verið í Føroyum í einar tveir mánaðir, megnaði hann at tosa á vøllinum.
– Eg dugi at kommunikera tað týdningarmesta á vøllinum. Vinstra, høgra og so framvegis, og tá tað kemur til stykkis, gongur fótbóltur altíð út upp á tað sama. Fótbóltur er eitt mál, sigur Tehe Aristide.
Øðrvísi fótbóltur
Men eisini sjálvur fótbólturin er øðrvísi í Føroyum í mun til tað, sum Aristide upplivdi á Fílabeinsstrondini.
– Í Afrika er fótbóltur sera fysiskur. Her er tað nógv meira ein spurningur um teknikk og taktikk, so tað var ein stór broyting, sigur Aristide, sum ikki er so glaður fyri kuldan í Føroyum.
Hann leggur afturat, at hjá sær sjálvum metir hann fyrimunirnar vera, at hann er sterkur, sparkar hart og serliga í luftspælinum sær hann sínar fyrimunir. Vansarnar metir hann vera, at hann ikki er nóg væl fyri tekniskt, og at hann ikki er nóg skjótur.
Tað verður ofta sagt, at afrikanskir leikarar ikki eru nakað serliga væl fyri taktiskt, men hetta metir fílabeinsstrandingurin vera í lagið hjá sær.
Besta verjan
Í fjør var AB tað liðið, sum læt næstfægst mál inn í bestu deildini, og Tehe Aristide var ein týdningarmikil partur av hesum. Vónin er, at tað sama verður í ár.
– Eg havi verið sera væl nøgdur við tíðina á Argjum. Eg havi tað gott í felagnum og tað gongur væl á vøllinum. Men í fjør kendu hini liðini ikki ordiliga okkara lið, og tí ivist eg ikki í, at hini liðini fara at brúka ein øðrvísi taktikk ímóti okkum í ár, har teir heldur fara at spæla bóltarnar út í síðurnar, sigur Aristide.
Hann sigur seg somuleiðis vóna, at verjan fer at klára seg eins væl í ár sum í fjør, og hann vónar, at álopið fer at klára seg væl beinanvegin í ár, so tað eydnast argjafólki at hava eitt lið sum megnar at hava eina betri plasering enn tað hevði í endanum av árinum í fjør.
Kennir ikki framtíðina
Hóast Tehe Aristide hevur tað gott á Argjum, so kennir seg ikki vísan í, at hann fer at vera í felagnum alt sítt fótbóltslív.
– Eg havi tað gott á Argjum. Tað er eitt gott felag og eg havi sáttmála har, men tingini kunnu ganga skjótt í fótbólti, og tí ber so øgiliga illa til at siga nakað um framtíðina. Um eg fari onkra aðrastaðni at spæla, sigur ungi fílabeinsstrandingurin á Argjum.










