AB fær spælara frá B36

Thomas Hans Rubeksen hevur gjørt avtalu við AB um, at hann næsta ár skal spæla á Argjum

AB

AB hevur fingið framrættaðan spælara úr Gundadali og út um ánna. Talan er um Thomas Hans Rubeksen. Hann er uppvaksin í HB, men tvey tey seinastu árini hevur hann spælt í B36. Har hevur hann verið partur av besta hópinum. Higartil hevði ungi maðurin ikki megnað at stríða seg til fast pláss á besta B36 liðnum. Síðsta kappingarár var hann ofta á beinkinum, og hann átti lut í fleiri dystum.
AB fyrireikar seg til stóru kappingina, sum tað ivaleyst fer at verða um at vinna næstbestu deildina. Rúni Nolsøe er settur sum spælandi venjari á Argjum. Allan Mørkøre er fluttur úr B36 og í AB, og nú er so ein av liðfeløgunum hjá Allani í B36 farin aftaná honum. Tað er neyvan nakar ivi um, at Thomas Hans, sum er skjótur og hevur nøs fyri at leita málmøguleikarnar upp, fer at fáa meiri spælitíð á besta AB liðnum, enn hann higartil hevur fingið í B36.
Í nakrar vikur hava AB spælararnir vant í Hoyvíks høllini, og sambært AB heimasíðuni - ab.fo - er ætlanin at fara undir uttandura venjingarnar leygardagin 14. januar.