AB fór av Svangaskarði við øllum

Tað var einki at rafla um, tá ið teir næstbestu hjá AB í dag vitjaðu teir næstbestu hjá B68.

Argjamenn vóru leikliga greitt omaná, og við 2-0 sigri tryggjaðu teir sær øll stigini. Uppspælið var í høgru, og so varð bólturin lagdur inn um verjuna.

Seinna málið

Fyrra málið skoraði Jákup P. Dam, tá ið tað restðu tveir minuttir av 1. hálvleiki.

Seinna málið skoraði Tummas Justinussen, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Uppspælið var í vinstru, og síðuspælarin í høgru rann seg púra blankan av verjuni, áðrenn hann við

handara stólpan setti krúllin undir bóltin.

Eftir fimm umfør hevur AB níggju stig, og B68 hevur tvey stig.