AB-ÍF

Eftir 1. hálvleik var støðan 1-1, og fyrsta korterið eftir hvíldina skoraði AB tvær ferðir soleiðis, at støðan eftir ein tíma var 3-1 til AB. Harvið var tað mest sum avgjørt, at ÍF einki skuldi hava við sær til hús.

Í 1. hálvleiki skoraði Nikolai Eriksen fyri AB, Nenad Saric javnaði fyri ÍF, og undan steðginum misnýtti AB brotsspark.

Tvey tey fyrstu málini í 2. hálvleiki skoraðu Nikolai Eriksen og stinni verjuspælarin Morten Overgaard.

Serliga í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná. AB spælararnir vóru væl skipaðir, og teir tóktust vera kropsliga betri fyri.

Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, økti Stig-Roar Søbstad til 4-1. Eftir uppspæl úr høgru og út frá smekkaði Janus M. Joensen til, Stig-Roar Søbstad nart bóltin, sum sang í mestunum aftanfyri Andras Gango.

Eftir 88 minuttir bríkslaði dómarin fyri brotssparki, tí hann metti, at argjamenn høvdu framt brot ímóti Frank Poulsen.

Balas Sinko umsetti úr ellivu metrum og til mál.

Úrslitið var harvið 4-2 til AB.