Steypakappingin kvinnur: Elin Maria á Borg Isaksen var tvífaldur málskjútti, tá ið AB vann 2-0 á Skála. Nógv skal venda niður, sum nú vendir upp, um AB kvinnurnar ikki vera annar parturin í steypafinaluni, sum verður spæld á Summarfestivalinum í Klaksvík.
Í øllum regninum og vindinum í dag hevur AB verið á Skála, har úrslitið í fyrru hálvfinaluni var 2-0 til AB. Støðan í hálvleikinum var 1-0.
Elin Maria á Borg Isaksen skoraði bæði málini. Tað fyrra, tá ið ein hálvur tími var farin, og tað seinna, tá ið 2. hálvleikur var 20 minuttir gamal.
Seinna hálvfinalan verður á Argjum 2. hvítusunnudag.










