AB hevur beina kós móti næstbestu deildini. Støðutalvan vísir hetta, eftir at ein triðingur av kappingini er spældur.
B36 er framvegis sera sannførandi. Í fjør flutti B36 upp í 2. deild. Seinna partin av kappingini høvdu teir sum mál at skora í minsta lagið eitt hundrað mál. Tað málið náddu teir væl og virðiliga. Nú er trioðja liðið hjá B36 í 3. deild. Gongdin har er so sannførandi, at alt bendir á, at teir eftir summarsteðgin fara at seta sær sama mál, sum næstbesta liðið hevði í fjør.
Næstbesta liðið hjá B36 tapti leygardagin í Runavík, men enn er einki, sum bendir á, at teir skulu flyta niður. Megnar B36 at varðveita sítt lið í 2. deild, og um B36 verður ovast, tá átjanda umfarið verður liðugt, so fer beinleiðis uppflytingarmøguleikin til næstbesta liðið í 3. deild.
AB er á næstovasta plássi, og nógv, sum nú vendir niður, skal venda upp, um plássið skal verða tikið frá argjamonnum. Umframt B36 hevur KÍ lið í bæði 2. og 3. deild. AB kappast sostatt við B68, Skála, ÍF, B71, VB, TB og FS Vágar um uppflytingarplássið. Nú ein triðingur av kappingini er farin, er AB sjey stig frammanfyri B68 og átta frammanfyri Skála. Málmunurin hjá AB er væl betri, enn hann er hjá B68 og Skála. Tað vil við øðrum orðum siga, at B68 skal brúka í hvussu so er trý umfør fyri at leggja seg framum AB. Vit kunnu tískil staðfesta, at hóttanin móti argjamonnum fer fyrst og fremst at koma úr botninum í 2. deild.
FS Vágar?VB
Tá Petur Niclassen longu í 2. minutti legði heimaliðið framum kundi tað sæð út til, at vágbingar skuldu halda fram á niðurflytingarplássinum. Men tað lagaði seg øðrvísi, og nú mugu teir í Vágum finna seg í, at teir eru niðast bæði í 1. og í 3. deild.
Stóri maðurin hjá VB var miðvallarin Kári í Lágabø. Henda unga spælaran fara vit ivaleyst at hoyra meiri til í framtíðini. Hann javnaði í 9. minutti, Egil Steintórsson legði VB framum í 25. minutti, og so var Kári í Lágabø tvær ferðir upp á spæl tíðliga í 2. hálvleiki.
4?1 er ein trivalig leiðsla. Men í 3. deild kann tað ganga skjótt hvønn vegin. Níggju minuttir eftir, at VB var komið upp á 4?1, var støðan 4?3, og teir síðstu tjúgu minuttirnar var tað heilt spennandi. Møguleikar vóru báðar vegir, men Jóhan á Mýrini í heimamálinum, og Finnbogi Olesen í VB málinum megnaðu báðir at halda tætt.
B68?Skáli
Í 1. deildardystinum móti NSÍ skifti Jóannes Jakobsen ongan mann inn. Tí var næstbesta B68 liðið væl mannað, tá teir beint eftir sigurin á NSÍ spældu móti grannaliðnum av Skála. Øssur Jacobsen, Mannbjørn Nesá og Bogi Petersen, sum allir eru spælarar við framtíðini fyri sær, høvdu sitið á beinkinum á besta liðnum. At hjálpa sær høvdu teir fleiri veteranar, sum fleiri ferðir hava vunnið FM í 1. deild, t. d. Kjartan Nesá, Edmund Jacobsen, Aksel Højgaard og Ingolf Petersen og so Jóannes Jakobsen.
Skáli hevur ikki staðið seg væl higartil. Nú tykist gongd vera komin á, men á Svangaskarði megnaðu hvørki teir ella B68 at skora mál.
B36?KÍ
Enn eina ferð var tað sjón fyri søgn, at KÍ á heimavølli og á útivølli í 3. deild er heilt hvør sítt. Teir hava vunnið tríggjar heimadystir, og teir hava tapt tríggjar útidystir.
Hesa ferð taptu klaksvíkingar 6?0, men tað var kanska ikki so nógv at siga, til, tí teir spældu móti avgjørt besta liðnum í deildini.
Seks ferðir noyddist Sigurd Mikladal í meskarnar eftir bóltinum, og nógvir av málskjúttunum vóru gamlir kenningar í fremstu røð. Pól N. Joensen í heimamálinum hevði ein friðarligan dag.
TB?B71
Hallur Christiansen var sjúkur leygardagin, tá besta liðið hjá TB fór norður til Fuglafjarðar. Tað var sjálvandi ein missur, men tað kom væl við hjá 3. deildarliðnum. Sunnudagin skoraði Hallur trý mál móti sandoyingum, og tað var fyrst og fremst ungi og væl vandi maðurin, sum var munurin á liðunum.
Besta málið á Sevmýri sunnudagin var tað til 4?0. Miðvallarin Andrass Nolsøe sendi úttanvert brotsteigin upp undir samankomingina.
Páll á Reynatúgvu var fyrst aftasti verjumaðurin hjá B71. Tá teir vóru lagdir afturum við fleiri málum, fór løgtingsmaðurin fram í álopið, og honum eydnaðist at skora tvey mál. Tað til 4?1 var hegnisliga potað upp undir tvørtræið eftir óbeinleiðis fríspark, sum var dømt tí TB málverjin hevði brúkt hendurnar í sambandi við afturlegging.
ÍF?AB
Fuglfirðingar hava kanska verið teir, sum hava verið størsta vónbrotið higartil í ár.
Tá AB vitjaði var ÍF niðurspælt seinnapartin av fyrra umfarinum, og tá skoraði AB tríggjar ferðir. Inntil gestirnir øktu til 2?0 var spenningur í, og ta løtuna hevði ÍF tveir stórar møguleikar, sum teir misnýttu.
Stóri maðurin hjá AB var spælandi venjarin, Oddbjørn Joensen. ÍF var skipað í 4?4?2, meðan mótstøðumenninir vóru skipaðir í 3?5?2. Tað hevði við sær, at AB, sum seinna partin av fyrra umfarinum spældi fínt, var yvirmannað á sentrala miðvøllinum, har Oddbjørn Joensen í Hagi stíli dusaði sær í álopspartinum og var so mikið leysur, at hann fekk skora fimm mál. Tað fyrsta langskoti var frágera gott, eitt langskot tók í ein mótstøðumann, meðan hini trý vórðu skumpað í málið eftir gott uppspæl og innlegg.
jh
Úrslit
6. umfar
FS Vágar?VB 3?4 (1?2)
1?0: Petur Niclasen 2.
1?1: Kári í Lágabø 9.
1?2: Egil Steintórsson 25.
1?3: Kári í Lágabø 57.
1?4: Kári í Lágabø 60.
2?4: Petur Niclasen 62.
3?4: Eyðfinn Fjalsbak 69.
B68?Skáli 0?0
B36?KÍ 6?0 (3?0)
1?0: Kári Gullfoss 15.
2?0: Regin Arge 16.
3?0: Kári Johansen 42.
4?0: Kenneth Joensen 58.
5?0: Tummas Eli Hansen 78.
6?0: Petur Martin Johansen 89.
TB?B71 5?2 (3?0)
1?0: Niels Gunnar Petersen br
2?0: Hallur Christiansen
3?0: Hallur Christiansen
4?0: Andrass Nolsøe
4?1: Páll á Reynatúgvu
5?1: Hallur Christiansen
5?2: Páll á Reynatúgvu
ÍF?AB 2?6 (0?4)
0?1: Oddbjørn Joensen 7.
0?2: Svend Poulsen 25.
0?3: Oddbjørn Joensen 29.
0?4: Oddbjørn Joensen 38.
0?5: Oddbjørn Joensen 50.
1?5: Rúni Jacobsen 67.
1?6: Oddbjørn Joensen 77.
2?6: Sigfríður Abrahamsen 78.