AB er suðurstreymoyarmeistari! Til lukku við bragdinum, AB!

Eyðun á Borg

Tað var rættiligur landskronafagnaður í Gundadali leygardagin 17. mars, pátriksmessudag. Pátrikur var ápostul Írlands. Argjanavnið er kanska eisini av írskum uppruna, so har er møguliga okkurt samsvar!?
AB (mansliðið) vann 1-3 á útivølli móti sjálvum steypsvinnarunum, B36, sum júst hevði vunnið á føroyameistarunum í dystinum um vælgerðarsteypið. Sostatt má AB nú vera suðurstreymoyarmeistari, minst!?
AB-áskoðararnir vóru framúrskarandi í bygdaskýlinum hendan dagin!
Nú spyr onkur kanska, hvussu leingi Jeppe var í barónsins song? Jú, gaman í; men í løtuni eru vit har. Latið okkum njóta tað, so leingi, tað varir, Argir!
Spell, at eldsálin og undangongumaðurin, Tórálvur Stenberg, ikki slapp at uppliva hesa fagnaðarløtuna! Hann slapp so at uppliva uppflytingina í fjør. Sannast má, at ”harmur og gleði í felag tey reika”.
Annars eru fleiri argjafólk í samleikakreppu, nú AB er komið upp í ovastu deild í mansfótbólti. Nøkur av okkum hava jú hildið við B36 í fimmti ár, so tað var ein løgin kensla hendan dagin. Støðan hjá mær er tó greið; í hesum førinum má eg halda við bygdarliði mínum á Argjum og ikki við stórbýarliðnum. Eg skal nokk halda við B36, tá AB ikki er mótstøðulið.
E. S. Magni, tú tippaði 3-1. Røtt tøl, men----! Útvarpsviðmerkjarin hjá B36 gjørdi meg eitt sindur vónbrotnan. Hann hevði ikki akkurát rósandi orð á munni um lítla beiggja á Argjum. B36-venjarin var tó nógv meiri ítróttaligur. Jákup, AB hevur kanska brúk fyri tær!? Røturnar og navnið eru jú av Argjum.
Við fótbóltskvøðu