AB er steðgað upp

Akademikararnir hava ikki vunnið síðani teir sendu B36 úr Europa Cup kappingini

Henda greinin snýr seg ikki um Argja Bóltfelag. Teir hava, sum tað man vera øllum teimum kunnugt, ið fylgja við í Ítróttarsosialinum, eitt lið í 3. deild. Teir taptu 4?2 á Svangaskarði sunndagin, og harvið kunnu vit siga, at teir eru uppsteðgaðir. Hvussu tað gekk fyri seg í tí dystinum, venda vit vónandi aftur til í blaðnum í morgin.

Henda greinin snýr seg um donsku superliguna, har fýra føroyskir landsliðsspælarar taka lut, og serliga um AB, sum fyri einum góðum mánað síðani sendi B36 úr Europa Cup. Teir vunnu heili 8?0 á heimavølli og 1?0 á Tórsvølli.

At tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti, er gongdin hjá AB síðani summarsteðgin gott dømi um. Tá teir vunnu sannførandi ímóti B36, lógu teir í toppinum í superliguni, teir spældu besta fótbóltin í Danmark, og tað varð mett, at landsliðsmenninir Brian Steen Nielsen, Michael Johansen og Jan Michelsen mannaðu besta miðvøllin í Danmark.

Síðani 1?0 sigurin á Tórsvølli hevur AB bara tapt. Teir hava ongan møguleika í Europa Cup, og eftir tapið mánakvøldið á heimavølli ímóti Brøndby eru teir triði niðast í superliguni. Teir hava níggju stig, sum er tað sama sum Óli Johannesen og AGF hava á næstaftasta plássinum.

Brøndby, sum stóð seg illa á heimavølli í Europa Cup í síðstu viku, vann 4?0. Talan var um fjórða AB tapið á rað í superliguni, og nú verður tosað um kreppu og møguleikan at skifta venjararnar báðar út.

Sviin Mattias Jonson setti hol á, tá ein hálvur tími var farin, sjey minuttir seinni økti toppskjúttin í superliguni Peter Graulund, á tímaslagnum var Mattias Jonson aftur upp á spæl, og tá eitt korter restaði, staðfesti Ruben Bagger frammanfyri 5.105 áskoðarum eyðmýkingina av AB.

Við sigrinum lyfti Brøndby seg upp á næstfremsta plássið, og harvið trýstu teir FCK niður á fjórða plássið.

Sunnudagin fer Herfølge at vitja OB í Odense, og FCK fer at spæla á útivølli í Silkeborg. AB skal á útivølli ímóti FC Midtjylland royna at venda óhepnu gongdini. Tað verður ivaleyst torført, tí higartil hevur FCM staðið seg óvæntað væl. Brøndby fær á heimavølli vitjan av AaB. Fyrsti dysturin í 10. umfarinum verður longu fríggjakvøldið, tá Lyngby fær vitjan av Viborg.

AGF fær mánakvøldið vitjan av uppflytarunum og botnliðnum úr Haderslev, sum higartil bara hevur fingið eitt stig.