AB er nærri bjargingini

EB/Streymur misti týdningarmikil stig í kappingini um europeiska atgongumerkið

Tað endaði 1-1, tá ið AB í dag vitjaði EB/Streym norðuri við Margáir. Úrslitið ber við sær, at AB hevur 21 stig og styrkir eitt vet um sína støðu í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

At tað hjá EB/Streymi ikki eydnaðist á heimavølli at vinna fulla úrtøku ímóti einum av niðaru liðunum er vónbrot. Í gjárkvøldið vann B36 stórsigur á heimavølli ímóti Skála, og tað vil siga, at vánirnar hjá EB/Streymi at vinna europeiskt atgongumerki eru verri nú, enn tær vóru undan hesum umfarinum.

 

Fyrri hálvleikur var ikki væl spældur, og tá ráddi tað hjá báðum pørtum um heldur at verja enn at leypa á. Talan var um nógvar nærdystir og nógv persónlig mistøk, og tað gekk illa hjá báðum pørtum at skipa flótandi samanspæl.

 

Eftir steðgin hekk tað frægari saman hjá báðum liðunum. Seks minuttir eftir steðgin legði AB seg á odda, tá ið innskifti Danis Zvirkic eftir framlegging á miðásinum frá Erik McCue tamdi bóltin væl, snaraði um seg sjálvan og miðverjan og sendi bóltin flatt í málið.

 

Støðan helt sær, inntil tað restaðu stórir átta minuttir. Tá legði innskifti Niels Pauli Danielsen við frísparki úr høgru bóltin til handara stólpa. Eingin rakk bóltin, sum tók í stólpan, og tá ið hann so fór eftir strikuni og aftanfyri málverjan, var innskifti Rói H. Olsen fyrstur á og setti bóltin í málið.

 

-Eitt stig er frægari enn einki, men vit eru vónbrotnir av, at vit ikki vunnu fulla úrtøku. Umframt tá ið vit skoraðu, høvdu vit ein stóran málmøguleika, men tá bjargaði Kristian Joensen væl. Vit hildu teimum frá uppløgdum málmøguleikum, og tað eigur ikki at koma fyri, at teir skora mál í tí deyðbóltsstøðuni, sum bar mál við sær, sigur AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann.

 

Í dag Kristian Joensen, málverjin hjá EB/Streymi, liðformaður:

 

-Vit eru vónbrotnir av úrslitinum, og vit eru vónbrotnir av avrikinum. Tað var ov tamt, og tað gekk ov seint fyri seg, og tí varð tað sjáldan vandamikið. Vit royndu ymiskt, og tá ið AB hevði skorað, kendist tað sum um, at vit hugdu meiri inneftir og tóku størri ábyrgd. Tað bar eitt mál við sær, og høvdu vit spælt á sama hátt allar 90 minuttirnar, sum vit gjørdu síðstu løtuna, so høvdu vit ivaleyst havt vunnið fulla úrtøku, sigur Kristian Joensen.

 

At tað ikki eydnaðist at vinna í dag, ber tað við sær, at Europa er burtur?

 

-Vit hugsa als ikki um Europa. Tað ræður um at avrika væl í øllum dystunum, og tað gjørdu vit ikki í dag. Nú ræður tað um at fyrireika okkum til næsta dyst og vísa frægari avrik. Vit hava møguleika ímóti øllum, um vit leggja alt fyri, sum vit eiga í okkum, og tað gjørdu vit tíverri ikki í dag, sigur Kristian Joensen.

 

 

 

EB/Streymur – AB  1-1 (0-0)

 

0-1: Danis Zvirkic

 

1-1: Rói H. Olsen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Elias El Moustage Mikkjal Hellisá, Dánjal tausen, Mattias Weihe Joensen – Bogi Reinert Petersen, Rógvi Egilstoft – Jacob Andersen, Filip Djordjevic, Johann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen

 

AB: Antonio Borrelli – Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Jonas Sapienza (Danis Zvirkic, 40.), Tróndur J. á Høvdanum – Erik McCue, Santiago Nicolas Lebus - Matthias Præst Nielsen, Ragnar Skála, Teitur D. Olsen – Thomas Junge