AB er komið á talvuna

Fyrstu trý umførini hava hilnast væl lakari, enn teir í Fuglafirði undan kappingarbyrjan høvdu roknað við.

Eftir 2-0 tap á Argjum bíðar ÍF framvegis eftir fyrsta stignum.

Eitt stórt korter var farið, tá ið Rasmus Nielsen, sum undan kappingarbyrjan flutti úr B71 og á Argir, í vinstru sneiddi seg leysan av fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið ÍF málverjanum Andras Gango.

Lítla løtu undan leikloki økti John Hansen til 2-0, eftir at Jónas Stenberg hevði lagt innfyri.

Fuglfirðingar stríddust í 2. hálvleiki fyri at javna. Næst við vóru teir, tá ið bólturin fór á stólpan, eftir at Bartal Eliasen hevði roynt seg.