AB er flúgvandi

Í yvirtíðini tryggjaði Dion Splidt við frísparki AB 3-2 sigur á B36, sum síðstu minuttirnar hevði Súna Olsen millum stólparnar, tí Tórður Thomsen hevði sæð reytt!

Fótbóltslagið er gott í AB leguni, og millum B36 viðhaldsfólkini er talan um stórt vónbrot.

 

Hóast B36 fyrra partin av 1. hálvleiki legði seg framum bæði 1-0 og 2-0, so megnaði AB at svara aftur og við 3-2 sigri at tryggja sær øll stigini.

 

Síðstu minuttirnir vóru ógvuliga dramatiskir. Átta minuttir undan leikloki varð Sorin Anghel hjá AB vístur av vøllinum, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð. B36 skifti út fyri triðju ferð, tá ið Benjamin Heinesen kom á vøllin. Men í staðin fyri B36 trýstið, sum hevði verið so sjálvsagt, so var tað AB,  sum skoraði sigursmálið, og tað var í rættuliga dramatiskari støðu.

 

Eftir misskiljing í B36 verjuni varð innskifti Karstin Højgaard, sum stutt frammanundan hevði javnað til 2-2, púra leysur innanfyri málverjan. Tórður Thomsen tveitti seg og tók bóltin við hondunum, áðrenn Karstin Højgaard trillaði bóltin í tóma málið. Dómarin bríkslaði fyri frísparki og vísti Tórði Thomsen av vøllinum.

 

Súni Olsen fór í B36 málið at standa, men hann hevði ikki møguleika at bjarga, tá ið Dion Splidt sendi frísparkið í málið.

 

3-2 til AB, sum burturúr fimm teimum seinastu umførunum hevur vunnið 13 stig!

LIÐUGT

3-2

90) 3-2: Dion Splidt 90.

Tórður Thomsen er rikin av vøllinum fyri at hava steðgað Karstin Højgaard uttanfyri brotsteigin.

B36 málverjin varð rikin av vøllinum, og Súni Olsen fór í málið at verja, men Dion Splidt sendi bóltin beinleiðisí málið. 3-2 il AB og 4 minuttir lagdir aaftrat!

 

85) 2-2

Tað gongur framvegis javnt á, men nú verður tað við tíggju monnum, at AB skal vera javnleikin. Sorin Anghel hevur sæð gult fyri aðru ferð og er harvið vístur av vøllinum. Frísparkið var 20 metrar úr málinum, og Símun Rógvi Hansen stóbjargaði, táið Súni Olsen sendi bóltin ímóti málinum.

75) 2-2: Karstin Højgaard 75.

Bara lítla løtu eftir, at hann er komin á vøllin, hevur Karstin Højgaard javnað fyri AB. Innleggið úr vinstru var frá Bjarti Kjærbo.

74) 1-2

AB er meiri framrættað, men B36 er vandamikið í mótálopum.

Hjá AB eru Jónas Stenberg, Mikkjal Hentze og Keita farnir av vøllinum.

Inn eru komnír Bjartur Kjærbo, Kári Nielsen og Karstin Højaaard.

 

Hjá B36 er Súni Olsen komin inn fyri Evrard Blé.

 

 

Tað hevur ikki verð so stórur munur í spælbýtinum, men ta eina løtuna var B36 frammanfyri 2-0. Í síðstu løtu undan steðginum minkaði AB um munin, so støðan er 2-1, nú teir gera klárt til 2. hálvleik.

 

Jákup á Borg setti hol á við brotssparki í 7. minutti, og miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Lukasz Cieslewicz um munin til 2-0, eftir at hornaspark varð lagt innfyri.

 

Við fínum fluktara stutt undan steðginum minkaði Dion Splidt um munin, eftir at innleggið var komið úr vinstru.

 

 

AB-B36 klokkan 17.00

 

AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Mikkjal Hentze, Jobin Drangastein, Sorin Anghel – Dion Splidt, Keita, Rógvi Poulsen

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Brockie, Símun Joensen - Jákup á Borg, Evrard Blé, Róaldur Jacobsen, Gilli Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Lawal