Tað er nú greitt hvørjir teir 22 verða, sum skulu byrja inni á Argjum í kvøld klokkan 19, tá AB og EB/Streymur bresta saman í 17. umfari í Eff-deildini. Ein dystur, sum Rás2 sigur beinleiðis frá.
Á Argjum hevur Sorin Anghel leikabann. Miðvallarin, sum hevur spælt við EB/Streymi í 12 ár, fær sostatt heldur ikki hesa ferð møguleikan at spæla móti gomlu liðfeløgunum. Hann var skaddur seinast liðini spældu í landskappingini.
Kári Nielsen fær sín fyrsta dyst frá byrjan síðani skiftið frá HB. Dmitrije Jankovic hevur framvegis ikki fingið visum upp á pláss. Sum skilst, so er hetta við at koma í rættlag nú, men hann er ikki tøkur til dystin í kvøld.
Í Sundalagnum hava gingið søgur um, at felagið hevur roynt at fingið Hans Paula Samuelsen heim til dystin móti AB. Tað tykist ikki vera nakað í søguni. Pætur Dam Jacobsen hevur leikbann, eftir at hann fekk tveir dystir fyri reyða kortið móti KÍ. Heldur ikki Egil á Bø er tøkur hjá sundalagsmonnum.
Liðið hjá AB:
(4-3-3) Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze – Dion Splidt, Rógvi Poulsen og Ahmed Keita
Liðið hjá EB/Streymi:
(4-3-3) René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen og Arnbjørn Hansen
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.00. Byrjað verður at senda klokkan 18.00 og viðmerkjari verður Sorin Anghel.