AB-EB/Streymur 1-1: Venjararnir ósamdir um umstrítt brotsspark (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá umstríddu málunum, og hoyr hvussu ymiskt Sorin Anghel og Jákup Martin Joensen sóu uppá 1-1 málið

##med2##

Tað endaði við javnleiki 1-1 millum AB og EB/Streym. Lukas Giessing legði AB á odda beinleiðis uppá fríspark tá 19 minuttir vóru farnir. Viðmerkjarin til dystarfrásøgnina á FM1, Teitur Joensen heldur als ikki, at talan kundi verða um fríspark tá dómarin, Rúni Gaardbo fyrst hevði givið AB ein fyrimun í spælinum beint áðrenn.

Rógvi Egilstoft Nielsen javnaði fyri EB/Streym uppá ein returbólt beint aftaná eitt brotsspark hann sjálvur brendi. Hetta hendi í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. Teitur Joensen dugdi heldur ikki at síggja hvussu talan kundi verða um brotsspark.

Høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel var sera ørkymlaður um brotssparkið AB fekk dømt ímóti sær heilt móti dystarenda, og tað duldi hann ikki í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi var ikki í iva um, at tað var brotsspark til EB/Streym. Jákup Martin Joensen heldur, at AB var betri í fyrra hálvleiki meðan EB/Streymur vísti meir í seinna hálvleiki. Sum dysturin útviklaði seg er Jákup Martin foreintur við at fáa eitt stig.

Omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá báðum málunum, og støðurnar sum førdu til málini. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur gjørdi við Sorin Anghel og Jákup Martin Joensen. 

 

NR.
1.Víkingur15 dystir112235:1735 stig
2.HB 16103341:1733
3.NSÍ14102236:1332
4.KÍ14102233:1132
5.B36 14101323:1331
6.Skála1670918:2021
7.TB 1643913:3115
8.EB/Streymur16231117:389
9.ÍF15121211:365
10.AB 16121315:465

     

       

(AB-EB/Streymur 1-1, málini og samrøður)