AB: Doris takkar fyri – Marius tekur yvir

Argja Bóltfelag hevði í gjár aðalfund og tað fóru nógvar broytingar fram

Marius Thomassen er nýggjur formaður í AB. Hann tekur við eftir Doris Rasmussen, sum ikki tók við afturvali á aðalfundinum, sum var í gjár. Tað gjørdu Ørvur Andreasen og Mourits Joensen heldur ikki.

Doris Vang Rasmussen var vald í nevndina hjá AB í 2007. Hon hevur næstan uttan slit sitið í nevndini síðani tá. Seinastu trý árini hevur hon verið forkvinna. Doris takkaði fyri seg á fundinum og segði, at hon helt at stundin var komin at taka seg aftur og lata onnur taka yvir, skrivar ab.fo. 

Nýgg í nevndini hjá AB eru Durita Sloan Dal-Christiansen, Marius Thomassen, Dánjal Jákup Hansen og Kristian Martin Skála, sum øll fyrr hava havt tilknýti til AB. Tiltakslimir eru Valgerð Andreasen og Jens Petur Andreasen.

Nevndin skipaði seg við Mariusi Thomassen sum formanni, Durita Sloan Dal-Christiansen er næstforkvinna, Dánjal Jákup Hansen verður kassameistari og Kristian Martin Skála verður nevndarlimur. Anja Rasmussen stóð ikki fyri afturvali og heldur fram sum skrivari. AB skivar á heimasíðuni, at nógv fólk møttu á aðalfundinum.

##med2##

Mynd: (ab.fo) Nývalda nevndin hjá AB (aftast frá vinstru) Marius Thomassen, formaður, Dánjal Jákup Hansen, kassameistari, Kristian Martin Skála, nevndarlimur og Jens Petur Andreasen, tiltakslimur.

Fremst frá vinstru: Valgerð Andreasen, tiltakslimur, Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna og Anja Rasmussen, skrivari.