AB-Cup 2002

Argja Bóltfelag skipaði fyri stórari ungdómskapping í summarfótbólti á Argjum 9.-11. august. Tilmeldaði vóru 43 lið og avgreiddir 90 dystir

Tíðindaskriv
Tað er ikki vanligt við summarfótbólti í Føroyum. Nærum allir ungdómsleikarar í fótbólti liggja stillir í bestu tíð á árinum at leika fótbólt. Tað er stórt spell, tí summarfótbóltur átti at verið tikin í størri álvara.
Í t.d. Danmark er ein ørgrynna av fótbóltskappingum um summarið
AB-Cup varð fyri 4.ferð fyriskipað á Argjum. Hetta er ein ungdómskapping í summarfótbólti nú beint áðrenn kappingarnar byrja eftir summarfrítíðina. Kappingin í ár varð avgreidd í allarbesta summarveðri og heili 43 lið høvdu boðað frá luttøku til kappingina.
Tað eru 11 lið
fleiri enn í fjør
Leiktir vórðu 90 dystit. Byrjað varð fríggjakvøldið, og hildið var á allan leygardagin, og sunnudagin kl.16.30 vórðu síðstu dystirnir leiktir. Lutakararnir vóru væl nøgdir við fyriskipanina av kappingini.
Vinnandi liðini vunnu ognarsteyp, og nr.1, 2, 3 vunnu heiðursmerki
Vinnararnar av kappingini vóru:
Pinkulingar: TB
Smápiltar: TB
Piltar: AB
Smádreingir: B36 2
Dreingir: VB
Pinkur: AB
G. 10-12: AB
G. 12-14: TB
G. 14-17: HB

Argja Bóltfelag takkar stuðulunum av kappingini, ið vóru: P/F Poul Michelsen, Føroya Bjór, MBM, Trygd, Elding, Føroya Sparikassi, Føroya Banki og Smyril Line.