Eftir at AB í kvøld tryggjaði sær trý stig í Runavík, samstundis sum 07 Vestur tapti í Leirvík, er tað púra javnt millum trý tey fremstu í 1. deild.
07 Vestur, VB/Sumba og AB hava øll 37 stig. At tað verða tvey av hesum trimum, sum næsta ár fara at spæla í 1. deild, er einki at ivast í. Fjarstøðan aftur til TB á fjórða plássi er átta stig!
Í botninum er tað so mikið tætt, at í hvussu so er fýra tey aftastu eru í vanda fyri at enda á tveimum teimum niðastu plássunum.
Støðan í 1. deild:
07 Vestur, VB/Sumba og AB 37
TB 29
Víkingur 21
HB 17
KÍ 14
NSÍ 13
B68 11
EB/Streymur 10
Øll liðini hava spælt 16 dystir uttan HB og KÍ, sum hava spælt 15 dystir.
17. umfar verður leygardagin:
AB-B68
KÍ-TB
07 Vestur-HB
Víkingur-NSÍ
EB/Streymur-VB/Sumba










