Í enskum fótbólti verður ofta tikið til, hvussu trupult tað er hjá London-liðunum at gerast meistarar. Hetta tí talan er um nógvar grannauppgerðir, har stigatalvan ikki altíð er so gott barometur fyri, hvussu leikur fer.
Kanska er nakað av tí sama við at henda í høvuðsstaðnum, har slagið um Havnina millum HB og B36 nú hevur fingið eina eyka dimensión.
Tey trý høvuðsstaðarfeløgini hava nú spælt sínar innanhýsis dystir, og her hevur AB staðið seg best av øllum. Samstundis er vert at bíta merki í, at HB er tað liðið, sum hevur staðið seg rinagast í hesum uppgerðunum.
So meðan tey í B36 kunnu fegnast um, at tey vunnu slagið um Havnina, kunnu tey á Argjum fegnast um, at tey eru best í høvuðsstaðnum.
Hinvegin er lítil ivi um, at hesi hagtøl neyvan hava tann heilt stóra áhugan í HB-húsinum, har tey eftir øllum sólarmerkjum at døma skjótt kunnu rópa seg best í landinum.
Dystirnir
05.04 B36-AB 3-2
03.05 B36-HB 2-2
10.05 HB-AB 4-0
01.06 AB-B36 3-1
25.06 HB-B36 2-2
27.06 AB-HB 0-0
15.08 B36-AB 0-2
13.09 B36-HB 1-0
16.09 HB-AB 1-1
Støðan
Felag Stig málmunur
AB 8 -1
B36 8 -2
HB 7 3