Helst týdningarmiklasti dysturin um vikuskiftið verður í kvøld á Tórsvølli, tá AB og B68 spæla um eitt pláss í Betri deildini til komandi kappingarár. Hetta er ein nýggjur leistur hjá Fótbóltssambandinum, eftir at tað í fjør kom fyri, at ongin uppflytari var.
Nú er 07 Vestur flutt upp og næstur teimum í næstbestu deildini av teimum, sum kunnu flyta upp, var B68. Argjamenn bjargaðu sær undan vissu niðurflytingini, tá liðið vann 4-0 á EB/Streymi í seinasta umfarinum í landskappingini. Argajmenn eru favorittar, tí liðið hevur spælt eitt heilt kappingarár í Betri deildini, men 07 Vestur prógvaði í fjórðingsfinaluni, at tað nýtist ikki at verða ein forðing.
Tað er eisini eitt sindur øðrvísi, tá alt verður avgjørt á einum degi. Hevur B68 tað neyðugu dygdirnar at steðga argjamonnum, so er brotssparkskapping at rokna sum ein góð støða. B68 hevur eisini royndar spælarar sum Óla H. Olsen, Høgna Madsen og Andri Benjaminsen, sum allir hava spælt á hægri stigi. Søguliga er B68 ein væl størri felag enn AB, men hesa ferð AB favorittur.
Upp- og niðurflytingar dystur:
Sunnudagin:
AB-B68 (Klokkan 19.00) Beinleiðis á FM1












