AB-arnir vaksa fyri hvønn dyst

Nú byrja tey veruliga at trúgva uppá tað úti á Argjum. Aftaná 3-1 heimasigurin á NSÍ í kvøld hevur AB bara fýra stig upp til áttanda plássið, har TB og Víkingur hava 16 stig.

 

Fyri Karstin Højgaard hevur talan verið um eina stóra viku. Umframt at skora tvey mál fyri AB í kvøld, so hevur Karstin Højgaard fingið studentsprógv.

 

Hørður M. Mohr, Beinir Ellefsen, Gert Drangastein og Áki Dahl, eykamálverji, sum allir eru partir av hópinum hjá AB hava fingið studentsprógv hesa vikuna.

 

Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað, sum Karstin Højgaard og Dion Splidt Jacobsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.