AB á Argjum er tungt hoyggj hjá Víkingi

Stigatalvan sigur, at Víkingur eigur at vinna á AB á Argjum. Søguligu hagtølini eru ikki líka uppløgd

Víkingur er favorittur til at vinna á AB úti í Vika á Argjum leygardagin. Um Víkingur vinnur á AB er fyrsta meistaraheitið hjá felagnum í hús.

 

Víkingur er 40 stig frammanfyri AB á stigatalvuni, so stigatalvan talar sterkt fyri, at Víkingur fer við sigrinum. Men søguligu hagtølini hjá Víkingi úti á Argjum siga ikki heilt tað sama.

 

Hagtølini hjá Faroesoccer vísa, at tað hevur ofta verið tungt hoyggj hjá Víkingi at vinna á AB á Argjum. Í átta dystum millum AB og Víking úti á Argjum hevur Víkingur tríggjar sigrar. Tveir av hesum sigrum vóru í 2009. AB hevur eisini ofta staðið seg væl í Sarpugerði í Norðragøtu, og hevur javnan tikið stig frá Víkingi í Sarpugerði.

 

Merkisvert er, at Rúni Gaardbo hevur dømt fimm av teimum átta effodeildardystunum, sum hava verið millum AB og Vìking úti í Vika á Argjum.

 

 

2016 :

5
10-04-2016
Rúni Gaardbo

 

2015 : 

3
15-03-2015
Rúni Gaardbo
0-0  
20
09-08-2015
Kaspar Sjöberg
0-0  

 

2014 :

12
09-06-2014
Rúni Gaardbo

 

2013 :

12
02-06-2013
Rúni Gaardbo

 

2010 :

10
29-05-2010
Rúni Gaardbo

 

2009 :

8
21-05-2009
Georg N. Rasmussen
27
03-10-2009
Bárður Mortensen

 

 

(kelda: faroesoccer.com)