Tað gongur sum eftir ánni hjá AB í næstbestu donsku deildini, har Christian Høgni Jacobsen er ein av spælarunum.
Í gjár hevði AB í Gladsaxe vitjan av Lolland-Falster Alliancen, og úrslitið var 1-0 heimasigur. LFA var leingi undirmannað, tí teir longu í 1. hálvleiki mistu ein mann. Fýra minuttir fyri leiklok eydnaðist tað AB at skjóta sigursmálið. Málskjútti var Poul Hübertz.