VB/Sumba hevur nógvu tey seinastu árini ikki staðið seg nakað serligt fyrsta partin av kappinini. Tað ætla teir at broyta í ár, og fyritreytirnar eru so mikið góðar, sum tær kunnu verða. Allir spælararnir eru tøkir undan AB vitjanini.
Á Argjum er spenningurin øgiliga stórur. Hetta er fyrsta ferðin, at AB skal royna seg í fremstu røð.
Sammett við liðið, sum í fjør flutti upp, er nógv nýtt á Argjum. Ímóti B36 vóru millum teir fyrstu ellivu fýra, sum eisini vóru við í fjør. Nú eru Rani D. Christiansen og Hanus Jacobsen, sum er komin úr Gøtu, komnir fyri seg eftir skaða. Harvið eru allir AB spælararnir tøkir uttan Jón Nielsen, sum hevur ryggtrupulleikar at dragast við.