AB á gáttini at bjarga sær

Argjamenn fegnast um, at tað nú er upp til teir sjálvar at gera av, um teir skulu varðveita plássið

Tvey av feløgunum, sum hetta kappingarárið hava skift venjara, hittast á Argjum seinnapartin.

Við 1-1 á heimavølli ímóti KÍ síðsta sunnudag tryggjaði ÍF sær mest sum plássið í fremstu røð. Tað skal ganga verri enn illa hjá Jákupi Mikkelsen og hansara monnum, um fuglfirðingar fara at flyta niður.

Nýggjur maður í ÍF ferðalagnum suður á Argir í dag er málverjin Fríði Sigurðsson, sum er leigaður í Klaksvík. Málverjin Hallgrím G. Hansen er skaddur, Ari Ó. Ellingsgaard er burturstaddur. Tað er ivasamt, um miðverjarnir John Daniel Guðjónsson og Bartal Eliasen vera førir fyri at spæla í dag. Teir dragast báðir við vøddaskaðar.

 

Eftir tepra 2-1 heimasigurin í lyklauppgerðini ímóti FC Suðuroy sær tað ljósari út hjá AB, enn tað hevur gjørt fyrr í ár:

-Nú er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu varðveita plássið. Enn er setningurin ikki lokin, og tað vita spælararnir væl, sigur Sámal Erik Hentze, sum í tríggjar vikur aftrat verður venjari á Argjum.

Bárður Olsen er so mikið illa skaddur, at hann verður ikki við aftur í ár. Tað er ivasamt, um Kristin R. Mouritsen og Dion Splidt eru førir fyri at spæla ídag.

 

Tvær ferðir fyrr í ár er tað endað javnt millum hesi bæði feløgini: 1-1 á Argjum og 3-3 í Fuglafirði, har AB var frammanfyri bæði 2-0 og 3-1.

AB: ÍF (h), B36 (ú) og NSÍ (h).

ÍF: AB (ú), FC Suðuroy (ú) og B36 (h).